Náttina til týsdagin og í gjár vóru nógv áarlop kring landið. Millum annað á Vestmannavegnum, Oyndarfjarðarvegnum, Kaldbaksvegnum, Múlavegnum, á gamla Viðareiðisvegnum og eisini á Syðradalsvegnum vóru áarlop.
Orsakað av hesum var ferðslan nakað tarnað á ymsum vegateinum, eitt nú á Vestmannavegnum, har tveir trailarar og nakrir persónbilar máttu bíða, til vegurin var ruddaður. Í Kollfjaðrardali høvdu útlendsk ferðafólk rent seg fastan í eitt áarlop og høvdu trupult við at boða frá, tí tey vistu ikki, hvar á landsvegnum tey vóru stødd, men alt spældi kortini væl av.
Fleiri av áarlopunum hendu um náttina, og fólk frá Landsverki vóru síðan boðsend at rudda tilfarið burtur av vegunum aftur beinanvegin og reinsa veitir og annað, so vatnið aftur kundi renna frítt undir landsvegunum.
Á Landsverki eru vit altíð til reiðar at taka okkum av teimum avbjóðingum, sum hálka og kavi kunnu hava við sær í vetrarferðsluni. Vit kunnu ikki heilt burturbeina allar teir ampar, ið eru í ferðsluni um veturin, men saman kunnu Landsverk og bilførarar fáa ferðsluna tryggari fyri allar partar, um øll taka ábyrgd, koyra eftir umstøðunum og ansa eftir hvørjum øðrum í ferðsluni.
Góð ráð í vetrarferðsluni
Á heimasíðuni hjá Landsverki her finnast nógv góð ráð til bilførarar í vetrarferðsluni. Eisini hevur stovnurin latið gera nakrar stuttfilmar um vetrarkoyring, sum nú verða at síggja aftur í Gevið Gætur í sjónvarpinum.
Samanlagt tríggir filmar eru um trygga vetrarkoyring. Teir vísa millum annað, hvussu tú best fyrireikar teg til ferðina, so tú kennir umstøðurnar og koyrilíkindini og kanst taka hædd fyri hesum. Ymsar vandastøður í vetrarferðsluni verða lýstar, og fleiri góð ráð eru um, hvussu til ber at fyribyrgja, at tær henda, og hvussu best er at bera seg at, um ein til dømis steðgar upp.
Afturat hesum hevur Landsverk eisini gjørt tveir stuttfilmar um rættan atburð hjá bilførarum, tá koyrt verður í tunlum og ein film til ferðafólk um, hvussu koyrt verður á føroysku landsvegunum og eitt nú í gomlu, einbreytaðu tunlunum.
Heitt verður við hesum á fyritøkur um at geva tilboð upp á hetta. Freistin at lata inn tilboð er 17. desember 2019 klokkan 13.30. Les meira um útboðið undir "Útboð" á okkara heimasíðu her
Sandoyartunnilin er longu væl ávegis, og tá Suðuroyartunnilin eisini er komin, eru heili 99 prosent av borgarunum í Føroyum knýttir saman við føstum vegasambandi.
Fatanin tá av Føroyum sum oyggjasamfelag verður ivaleyst øðrvísi, enn hon er í dag. Hetta segði Sigurd Justinussen, sum er planleggjari á Landsverki, undir framløgu síni á ráðstevnuni undir heitinum, Snilda framtíðin, ella Smart Cities in the Artic. Ein ráðstevna, sum Hugskotið, Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommuna í felag skipaðu fyri mikudagin og hósdagin í síðstu viku.
Tøknilig frambrot í samferðslukervinum hava stórar broytingar við sær, tí flytførið broytist nógv, og hesum má vegakervið fylgja við í og tillaga seg eftir. Júst her eru vit á einum vegamóti, hvat tøkni viðvíkur. Hóast ikki nógv útbreidd enn, so finnast longu sjálvkoyrandi akfør. Vit eru inni í fjórðu ídnaðarkollveltingini, har telduskipanir kunnu samskifta við hvørja aðra, og í framtíðini fara eisini bilar at kunna samskifta við hvønnannan.
- Framleitt vit og skil í robottum ger, at framleiðsla og veiting av tænastum verða meira og meira sjálvvirkandi. Summastaðni eru sjávvirkandi bilar longu veruleiki, men eru tó enn á royndastigi. Vit mugu rokna við, at vit skjótt mugu fara undir at tillaga føroysk viðurskifti til hesar framtíðartøkniligu broytingarnar, segði Sigurd Justinussen.
Tillagingar av vegakervinum
Í hesum sambandi er líka so greitt, at tillagingar mugu gerast á vegakervinum, hóast tað enn ikki kann gerast nøkur ávís niðurstøða um, júst hvørjar hesar verða.
Sigurd Justinussen vísir á, at skiftandi veðurlagið og eitt avbjóðandi vegakervi við nógvum smølum vegum, kann fara at vísa seg av vera ein avbjóðing fyri sjálvkoyrandi akfør, tí tað verður nógv torgreitt dátutilfar hjá bilunum at handfara.
Tað eru fleiri fyrimunir við sjálvvirkandi bilum. Eitt nú at bilarnir samskifta hvør við annan, soleiðist at teir hava góða bremsutíð og kunnu boða hvørjum øðrum frá, hvussu veðurlíkindini eru, og um aðrar forðingar eru á vegnum.
Framkomnu bilarnir hava skjótari reaktiónstíð enn menniskju og kunnu bremsa nógv skjótari og sleppa undan nógvum óhappum, sum annars kunnu henda, um ein førari situr við róðrið.
- Talið av óhappum, har menniskjan hevur ein leiklut, er 99 prosent, og hetta talið kann væntast at verða null við sjálvkoyrandi bilum. Fólk fara heldur ikki at seta onnur í vanda við at koyra rúsaði ella sovna í bilinum. Roknast má við, at ferðslureglurnar verða hildnar, og bilar fara ikki at standa skeivt parkeraðir. Hetta eru nakrir aðrir av fyrimununum.
Avbjóðingar við sjálvkoyrandi bilum
Sigurd Justinussen vísti eisini á avbjóðingar við sjálvkoyrandi akførum, og setti millum annað hesar spurningar:
- Hvør hevur til dømis skuldina av einum ferðsluóhappi, um eingin persónur hevur koyrt akfarið? Fara fólk at ferðast meira, ella vilja fleiri ynskja frælsi í sínum egna flytføri? Fara fólk at taka nýggju tøknina til sín og eitt nú tora at seta børn síni í ein sjálvkoyrandi bil? Fara fólk at ræðast møguleikan fyri, at bilarnir kunnu verða hakkaðir? Um sjálvvirkni gerst lættari tøkt og bíligari, kann tað gerast trongligari á vegunum? Tá bilførarar verða spardir burtur, kann tað ikki væntast, at eftirspurningurin verður hægri? Farar vegirnir at fyllast við tómum bilum, so háferðslutíðin fer at breiða seg yvir allan dagin, eins og økja um náttarferðsluna?
Planleggjarin á Landsverki vísti á, at tað longu finnast snildar skipanir í føroysku ferðsluni. Eitt nú ferðslustýringarskipanin við tunlarnar Norður um Fjall.
Fyri at tryggja, at fleiri stór akfør – lastbilar og bussar – ikki møtast í tunlunum, er sett ein sonevnd klók ferðslustýring við ferðsluljósum uttan fyri tunlarnar har norðuri. Skipanin tekur fyrst og fremst atlit at tungu ferðsluni. Hon virkar soleiðis, at tá eitt akfar, sum er longri enn 6,20 metrar, fer inn í tunnilin, verður hetta skrásett. Upplýst verður tá í hinum endanum, at størri akfør ikki kunnu koyra inn í tunnilin.
Panelorðaskifti um snilda tøkni
Landsverk luttók í tveimum stuttum panelorðaskiftum undir tiltakinum ”Snilda framtíðin”. Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Infrakervi, varð spurd um, hvussu langt Landsverk er komið við snildari tøkni. Her vísti hon millum annað á, at Landsverk hevur tikið fleiri snildar loysnir í brúk fyri at gera tað lættari og tryggari at ferðast í Føroyum, eisini um veturin. Enn er tó ikki talan um nakra kollvelting, men meira eina stig fyri stig menning. Royndirnar eru góðar við teimum loysnum, sum eru settar í verk, og ætlanin er framhaldandi at taka sonevndar snildar loysnir í brúk, tá tað eitt nú kann gera hetta tryggari at ferðast. Stovnurin luttekur eisini í norðurlendskum samstarvi og fylgir væl við í, hvussu menningin er á hesum øki í okkara grannalondum.
Spurd um, hvar vit eru um 10 ár, og um vit øll fara at koyra í sjálvkoyrandi bilum, so væntar hon ikki, at tað fer at ganga heilt so skjótt við tí skiftinum. Men hon væntar, at menningin á økinum heldur fram, og fleiri og fleiri nýggjar loysnir vera og kanska eisini, at sjálvt ferðslumynstrið broytist.
Jón Sólsker, leiðari á Byggideildini, luttók í einum øðrum panelorðaskifti. Hann vísti á, at vit eru komin langt, tá ræður um nýggjar bygningar í Føroyum, har vit hava alla vanliga, tøka tøkni. Spurningurin kann tó vera, um tøknin altíð verður nýtt til fulnar, men tað er ikki mangul upp á tøkni, sum er forðingin hjá okkum. Í løtuni er umleið 50 prosent av elnýtsluni grøn, og hetta talið skal eftir ætlan vera 100 prosent í 2030.
Viðvíkjandi skráseting av orkunýtslu, er Landsverk frammaliga. Stovnurin ger brúk av eini orkustýringsskipan, ið savnar allar avlesingar í landsins bygningum hvønn tíma. Talan er bæði um el og olju. Upp á spurningin um, hvørjar býir og hvørji samfeløg, vit eiga at hyggja eftir, tá vi skulu finna snildar orkuloysnir til bygningar, sigur leiðarin á Byggideildini, at vit skulu fyrst og fremst gera okkara egnu royndir. Síðani skulu vit hyggja út í heim eftir, hvat kann økja um dygdina á okkara orkustýringum og harvið orkunýtslu.
Arkitekturáhugaði kunnu gleða seg til eina forvitnisliga framsýning og fyrilestrar um arkitektur í Perluni í Havn komandi leygardag, har arkitektar sýna fram ymisk hugskot og avrik. Síðani 1985 hevur altjóða arkitektafelagsskapurin, UIA – The International Union of Architects, hildið altjóða arkitekturdagin. Í hesum sambandi hevur Arkitektafelag Føroya í nógv ár hildið hendan dagin við framsýningum, fyrilestrum, greinarøðum og øðrum tiltøkum.
Landsverk hevur tikið lut í hesum tiltøkum gjøgnum árini, og hevur skipað fyri vitjanum, arkitektar á Landsverki hava luttikið við fyrilestrum og greinum og hava eisini skipað fyri undirvísing um arkitektur í fólkaskúlanum.
Evnið fyri arkitekturdagin í ár er "Nemandi umhvørvi". Landsverk luttekur í framsýningini í Perluni við "Fróðskaparsetur Føroya - Strategisk Campusplan", ið er ein ætlan fyri útbygging av Fróðskaparsetrinum yvir eitt 10-ára skeið.
Skrá fyri arkitekturdagin 2019:
Perlan
Kl. 12.30: Framsýningin “Nemandi umhvørvi” letur upp í Perluni.
Kl. 13.00: Formaðurin í Arkitektafelag Føroya, Svend Sivertsen, bjóðar vælkomin.
Kl. 13.05: Borgarstjórin í Tórshavn, Annika Olsen, bjóðar vælkomin og setir arkitekturdagin 2019.
Kl. 14.00: Fyrilestrar:
Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Svend Sivertsen frá teknistovuni FuglArk og formaður í Arkitektafelagnum hugleiðir.
Leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, greiðir frá.
Tórshavnar Musikkskúli. Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast greiðir frá.
Rundvísingar ymsa staðni í Tórshavn
Kl. 15.15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá.
Kl. 15:15: Skúlin á Fløtum. (Janusargøta 10, oman fyri Musikkskúlan).
Rundvising og frágreiðing á staðnum. Ragnar Zachariassen frá ZETA arkitektar greiðir frá.
Kl. 16:15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá.
Kl. 16:15: Landssjúkrahúsið, nýggi H-bygningurin. (Inngongd niðan fyri sjúkrahúsið).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Nina A. Arge frá Selmar Nielsen Arkitektar greiðir frá.
Í Føroyum er loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl, og forboð er fyri at nýta summardekk í hálku frá 1. desember til 30. apríl.
Tað er upp til hvønn einstakan at avgera, hvørji vetrardekk tú velur. Av tí at summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.
Eitt annað, ið vert er at kanna og geva gætur, er mynsturdýpdin á dekkunum. Mynsturdýpdin á vetrardekkunum skal í minsta lagi vera 3 mm.
Fleiri ferðsluóhapp henda í hálku
Landsverk hevur kannað 1024 ferðsluóhapp nærri, sum Politiið hevur skrásett í tíðarskeiðnum 2014-2017. Kanningin vísti millum annað, at hálka var orsøkin til 205 ella til 20 prosent av samlaða talinum av ferðsluóhappum hetta tíðarskeiðið (sí kortið, ið vísir støðini, har tey 205 ferðsluóhappini hendu orsakað av hálku). Av teimum 1024 ferðsluóhappunum vóru 80 óhapp við persónsskaða, men bara 4 av teimum 80 við fólkaskaða hendu orsakað av hálku (ella 5 prosent). Her er nakað, sum bendir á, at bilførararnir hava koyrt varisligari í hálkuni við tí úrsliti, at tá hesi óhapp eru hend, kom eingin til skaða.
Fyrireiking kann fyribyrgja ferðsluóhappum
Tað er altíð gott at fyrireika seg væl, áðrenn farið verður út at koyra í hálku og kava. Setir tú teg í bilin árla á morgni ein kaldan vetrardag, áðrenn útvarpið er byrjað, og ivast tú í, um tað man vera hált at koyra, ber til at kanna koyrilíkindini í fartelefonini.
Tað ber til at fáa fatur á upplýsingum um veðrið og koyrilíkindini frá Landsverki á heimasíðuni landsverk.fo, í útvarpinum og eisini í fartelefonini umvegis appina hjá Landsverki, sum tú kanst lesa meira um og taka niður her. Upplýsingarnir um veðrið stava frá teimum 27 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið, og nú eisini forsøgn eitt samdøgur fram í tíð. Av teimum 27 veðurstøðunum eru 14 útgjørdar við vevmyndatóli, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum á heimasíðuni ella umvegis fartelefon.
Minnist tí til at kanna koyrilíkindini, áðrenn farið verður frá húsum. Latið ferðina taka ta tíð, sum krevst, haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri, og koyrið altíð eftir umstøðunum.
Seinastu framrokningarnar av samlaða kostnaðinum fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum vísa, at væntaði meirkostnaðurin verður stívar 152 mió. krónur. Hetta er komið fram í sambandi við drúgva kanningararbeiðið av verkætlanini, sum Landsverk setti í verk um ársskiftið, og sum nú er liðugt.
Heildarætlanin fyri útbygging og dagføring av Landssjúkrahúsinum hevur nógv ár á baki. Játtanin til H-bygningin stavar heilt afturi frá 2009, og í hesum tíðarskeiði er nógv hent. Sjúkrahúsbygging er torgreidd og undir leypandi broytingum, eins og krøvini til tøkni alsamt økjast. Alt hetta er við til at dýrka verkætlanina.
Somuleiðis gera onnur viðurskifti seg galdandi, sum eitt nú ov lág kostnaðarmeting frá byrjan, undirmettir ráðgevarakostnaðir og eyka krøv frá bygginevndini. Eisini líður verkætlanin undir, at ein játtan í 2016 lá heilar 38,5 mió. krónur frá tí veruliga fíggjartrørvinum tá.
Ein onnur týðandi orsøk til meirkostnaðin er, at tað ikki í nóg stóran mun er tikin hædd fyri avleiddum verkætlanum. Eitt nú loysnir av logistiskum avbjóðingum í B-bygninginum, sambinding við H-bygningin og umbygging í hesum sambandi, niðurtøka av C- og E-bygningunum, nýgerð av parkeringsplássum, innrætting av parkeringskjallara og goymslu, flyting og samskipan av funktiónum úr A- og B-bygningunum yvir í H-bygningin, reinsiverk, neyðstreymsverk, kt-trygdarrúm og skelting bæði uttanhýsis og innanhýsis.
Tá alt hetta so er sagt, eru eisini menniskjanslig mistøk gjørd, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Eitt nú vantandi fíggjarligt yvirlit.
Tíverri er tað ikki ókent, at skorið verður heilt inn á bein, tá játtanir verða latnar. Úrslitið gerst tí oftani, at verkætlanir koma inn á eitt skeivt spor frá byrjan orsakað av ov lítlari játtan, og neyðugt verður tí at koma aftur umaftur eftir fleiri pengum til alt tað, ið restar í fyri at fáa ein bygning, tunnil ella annað at virka sum ætlað. Hesi viðurskifti kunnu beinleiðis samanberast við tunnilsgerðir, eitt nú støðuna viðvíkjandi størstu verkætlanini í Føroya søgu higartil, nevniliga Eysturoyartunlinum. At hædd bert verður tikin fyri byggikostnaðinum av sjálvum tunlinum, men ikki vegagerðini og øllum tí, sum annars skal gerast á landi. Hetta áttu allir partir at lært nakað av, og framyvir lagt seg eftir at fingið alt við frá byrjan.
Tá ræður um fermetraprís, liggur kostnaðurin av H-bygninginum við avleiddum verkætlanum í løtuni á sløkum 38.000 krónum. Til samanberingar kann nevnast, at G-bygningurin kostaði slakar 32.000 krónur fermeturin, tá hann stóð liðugur í 2004. Umroknað til dagsprís hevði kostnaðurin fyri G-bygningin verið umleið 41.000 krónur fermeturin.
(Myndatekstur til grafisku myndina av Landssjúkrahúsinum ovast) Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum snýr seg ikki bert um nýggja H-bygningin fremst í myndini, men fevnir eisini um nógvar avleiddar verkætlanir. Hesar eru neyðugar at fremja fyri at fáa sjúkrahúsið at virka sum eina eind. Bókstavirnir á tekningini standa fyri nøvnunum á bygningunum, meðan tølini standa fyri teimum arbeiðum, sum millum annað eru neyðug at gera og eru partur av meirkostnaðinum. Hesi eru ein fortreyt fyri, at H-bygningurin kann fáa nýtsluloyvið frá kommununi og takast í brúk.
Seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum, bæði við at minka um vandan fyri óhappum og minka um avleiðingarnar av teimum. Aðalmálið við ferðslutrygdararbeiðinum er nullhugsjónin, ”at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni”. Hetta hevur eisini givið góð úrslit, men talan er samstundis um eitt arbeiði, ið áhaldandi má vera høgt raðfest fyri at fyribyrgja, at talið á ferðsluóhappum aftur fer at hækka.
- Á Landsverki fegnast vit um at vera við í hesum átaki hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Okkara uppgáva í hesum sambandi er at mála vegaskeltir fyri mest loyvdu ferð, sum er 80 km/t, niður á sjálvan vegin. Vit eru rættiliga spent at síggja, hvussu tiltakið fer at hepnast, sigur Gunn Møller, sivilverkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.
Í sambandi við átakið “Halt hámarksferðina, okey?” hevur Landsverk valt 6 støð kring landið, har vegaskeltir við hámarksferðini “80” verða málaði niður á landsvegin. Støðini eru vald eftir, hvar bilar vanliga koyra ov skjótt, og har títtleikin av óhappum er lutfalsliga stórur. Við Áir koyra til dømis 66 prosent av øllum bilunum 80 km/t og skjótari. Á hesum sama vegateini, sum bert er eitt dømi, henda eisini fleiri ferðsluóhapp.
- Tá vit siga ov høg ferð, merkir tað ikki altíð at koyrt verður nógv skjótari enn hámarksferðin loyvir. Kanningar í Danmark vísa, at 62 prosent av deyðsvanlukkunum har ferðin var ein avgerandi orsøk, koyrdu bilarnir bara eitt vet skjótari enn mest loyvdu ferð, sigur Gunn Møller.
Í okkara grannalondum er ov høg ferð úti á landsvegunum sostatt eisini ein stórur trupulleiki, sum arbeitt verður við at fáa bilbugt við. Í Noregi hava tey seinastu árini arbeitt miðvíst við at fáa bilførarar at seta ferðina niður, og hetta hevur eydnast sera væl. Miðalferðin á 80 km/t vegi er lækkað úr 79,3 km/t til 75,9 km/t yvir 14 ár, og tað eru serliga tey, ið hava koyrt alt ov skjótt, sum hava lætt um trýstið á speedaran. Í Føroyum er miðalferðin 81,8.
Fer hetta átakið um at halda hámarksferðina at broyta nakað, og fer nýggja slagið av vegaskeltum at roynast væl, er tað ikki óhugsandi, at slík vegaskeltir framyvir verða ein vanlig sjón á landsvegunum.
Tað var í juli mánaða, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti Sigurd L. Lamhauge sum stjóra á Landsverki, og í dag tók hann formliga við stjórastarvinum. Sigurd L. Lamhauge avloysir Árant Andriasson, ið hevur virkað sum stjóri síðani 7. januar, eftir at Ewald Kjølbro var farin frá 19. desember í fjør.
19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd L. Lamhauge var ein av trimum umsøkjarum, sum ein samd setanarnevnd stillaði inn til landsstýrismannin.
Nýggi landsverksstjórin er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.
Sambært tíðindaskrivi frá táverandi Samferðslumálaráðnum verður uppgávan hjá nýggja stjóranum fyrst og fremst at leiða og menna Landsverk sum stovn, at vera virkin í mun til politisku-fyrisitingarligu leiðsluna, og at vera andlitið hjá stovninum úteftir.
Víðari verður sagt, at nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar og broytir stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð. Eisini skal hann tryggja og styrkja álitið á stovnin bæði innanhýsis, millum manna og mótvegis til politisku skipanini.
Somuleiðis fevnir arbeiðssetningurin um at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá Landsverki, har støða skal takast til, hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa, og hvussu tær best kunnu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjir førleikar krevjast, og hvussu stovnurin fær sum mest burtur úr teimum.
Landsverk vísir nú til Fíggjarmálaráðið, og sum stjóri hevur Sigurd L. Lamhauge evstu ábyrgd av stovninum.
Á myndini fráfarandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson (vinstrumegin), og nýggi stjórin, Sigurd L. Lamhauge.
Eirargarður 14 a skal umvælast og dagførast. Uppgávurnar fevna millum annað um umbygging av køki, vesum, uppseting av ventilatión og dagføring av ljós- og gólvbúnaði. Hetta eru bert nakrar av uppgávunum. Freistin at lata inn tilboð var úti hósdagin í farnu viku, og hesi tilboðini komu inn:
Tilboðsgevar Tilboð
Búsetur SP/F Kr. 4.172.398 u/MVG
JEP Smíð SP/F Kr. 3.333.428 u/MVG
Eysturlon SP/F Kr. 3.907.251 u/MVG
J&K Petersen P/F Kr. 5.572.786 u/MVG
Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini, og niðurstøða um vinnandi tilboð verður fráboðað skjótast gjørligt.
Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á einum depli til børn og ung við autismu. Sambært byggiskránni er talan um ein býling, sum er tann fyrsti av sínum slagi. Ynskið er at skapa eitt umhvørvi, ið tekur atlit at og støði í teimum, sum hava autismu. Nýggi býlingurin fer at hýsa eini umlættingareind, eini virkiseind og eini búeind.
Byggiøkið á Argjum er eitt stórt grundøki á 7.600 fermetrar, ið vendir eystur og vestur. Talan er um eitt grønt øki oman fyri Alberthall við gamla vegin niðan á Hamaran. Lendið er rættiliga bratt, ið merkir týðandi hæddarmun frá lendi til bygning. Útsýnið er tí gott yvir bæði bý, land og hav, sum í sjálvum sær skapar eitt gott umhvørvi til endamálið. Niðanfyri eru góð parkeringsviðurskifti, og til ber at ganga beinleiðis niðan á Glyvursvegin.
Teir ymsu bakkarnir á økinum kunnu vera við til at skapa góð og mennandi uttandura øki til íbúgvarnar í nýggja býlinginum, ið bæði skal nøkta teimum, sum eru illa fyri og teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla.
Fyrr í ár var farið undir høvuðsprosjektið, sum er síðsta liðið í prosjekteringini av verkætlanini. Sjálv byggingin verður boðin út um hálvan november. Miðjað verður eftir at fara undir at byggja í apríl komandi ár, og eftir ætlan skal vera klárt at flyta inn á sumri 2022.
Fakta
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Kontrast
Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn
Í gjárkvøldið millum kl. 17 og 20 var so venjing á fyrsta sinni hildin í Sumbiartunlinum. Tað var ein persónbilur og ein vøruvognur við kemikalium í lastini, sum stoyttu saman inni í tunlinum. Óhappið var umleið 200 metrar frá tunnilsmunnanum lopransmegin, og fýra fólk fingu skaða.
Tað er Landsverk, ið hevur ábyrgdina av at skipa fyri slíkum felags venjingum í tunlunum kring landið, og endamálið við venjingunum er at royna samstarvið og samskiftið millum teir ymisku partarnar. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini í gjár vóru Suðuroyar syðra sløkkilið, Suðuroyar sunnara bjargingarfelag, Politiið, Sjúkraflutningstænastan og Landsverk. Harafturat vóru eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.
Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, fer nú at viðgera eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.
Landsverk heitir hervið á tykkara fyritøku um at geva tilboð upp á at gera omanfyristandandi uppgávu. Freistin at lata inn tilboð er 30. oktober 2019. Les meira um hetta undir "Útboð" á okkara heimasíðu her
Tá ræður um asfaltering í ár, hevur Landsverk serliga sett fokus á nakrar av landsvegunum til tær smærru bygdirnar. Sostatt kunnu fólk í Syðradali, Elduvík og Kunoy nú fegnast um at hava fingið bøtt um vegirnar til teirra bygdir, eftir at hesir vegir heilt ella lutvíst eru asfalteraðir av nýggjum.
Syðradalsvegurin á Streymoynni er umleið sjey kilometrar langur, og har hevur tað serliga verið í tveimum støðum, at vegurin hevur verið í ógvuliga vánaligum standi. Fyrr í ár var ein teinur á nakrar hundrað metrar oman fyri bygdina á Syðradali asfalteraður av nýggjum. Nú er eisini nýtt asfalt lagt á ein serliga illa slitnan tein á umleið ein kilometur beint norðan fyri Velbastað. Orsakað av vánaliga standinum var neyðugt at gera nógvar ábøtur á vegin, áðrenn ovasta asfaltlagið kundi leggjast á. Sostatt er Syðradalsvegurin aftur vorðin góður at koyra eftir allan vegin millum Velbastað og Syðradal.
Eldurvíkarvegurin, sum er umleið fimm kilometrar langur, hevur eisini verið í vánaligum standi. Orsakað av serliga nógvum sliti í støðum hevur eisini har verið neyðugt at gera nógvar ábøtur, áðrenn spræniasfalt kundi leggjast út á allan vegateinin millum Funningsfjørð og Elduvík.
Í Kunoy millum tunnilsmunnan og kunoyarbygd hevur vegurin eisini verið nógv slitin. Her varð gjørt á sama hátt, sum á Elduvíkarvegnum, har vegurin fyrst varð bøttur, áðrenn eitt lag av spræniasfalti varð lagt á allan teinin frá tunnilsmunnanum til bygdina.
Spræniasfalt er upp í fýra ferðir bíligari í mun til vanligt heitt asfalt, men er ikki líka slitsterkt. Tað er tí best egnað til vegateinar við lítlari ferðslu.
Tað var asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu, sum stóð fyri asfaltarbeiðinum oman fyri bygdina á Syðradali, meðan Kreton gjørdi teinin norðan fyri Velbastað. Fyri arbeiðinum á Elduvíkarvegnum og á Kunoyarvegnum stóð Dansk Overfladebehandling.
Næsta asfaltarbeiðið, sum stendur fyri framman, er at gera ábøtur á nakrar av vegateinunum í Kalsoynni.
Fakta um spræniasfalt
Fyrsta stigið í sambandi við útlegging av spræniasfalti er, at vegateinurin verður sópaður, og heitt asfalt verður nýtt til ábøtur av holum og setingum, sum eru omanfyri ein sentimetur. Síðan verður eitt spræniasfaltlag lagt omanyvir. Eftir hetta verður skervur lagdur út og skynsamt trumlaður niður í bindievnið, og til síðst verður øll koyribreytin sprænd. Spræniasfalt var tann mest vanligi asfalteringshátturin, tá nýgerð av vegum kring landið var í hæddini frá sekstiárunum og frameftir, og trupult var at flyta heitt asfalt millum oyggjarnar. Eftir hetta minkaði nýtslan av spræniasfalti niður í einki, til Landsverk fyri nøkrum árum síðani tók hendan asfalteringsháttin upp aftur á nøkrum vegateinum við lítlari ferðslu.
Niðanfyri myndir av Syðradals-, Elduvíkar- og Kunoyarvegnum bæði áðrenn og aftan á asfaltering.
Sum bilførari hugsar tú vanliga ikki um strípurnar á vegnum, fyrr enn tær ikki eru har longur. Tá varnast tú knappliga, hvussu týdningarmiklar tær eru. At mála vegirnar er ein grundleggjandi rakstraruppgáva hjá Landsverki, sum hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina. Strípurnar á vegnum hava til endamáls at gera vegjaðaran og miðlinjuna týðiligari, eisini í myrkri og vánaligum sýni. Miðlinjan er harumframt vegleiðandi í sambandi við yvirhálingar.
Útvið 1.000 km av kantlinju og umleið 250 km av miðlinju skulu við jøvnum millumbilum málast á landsvegakervinum kring landið. Higartil í ár er oman fyri 80 prosent av hesum arbeiði gjørt.
Tvey sløg av vegamerking
Tvey sløg av vegamerking verða nýtt á føroysku vegunum, sum eru termoplast og máling. Termoplast verður sum oftast brúkt í vegamótum, skákateigum og hávatonnum og verður lagt út heitt ella brent niður í asfaltið. Tað er slitsterkt og hevur eina rímiliga langa livitíð. Tó kann tað vera viðbrekið yvir fyri kavaplógvum við stáleggjum, sum Landsverk nýtir í sambandi við kavarudding. Harafturat minkar afturskinið við tíðini, so tað ikki sæst so væl í myrkum og vátum veðri.
Máling verður fyrst og fremst nýtt til mið- og kantstrikur. Hon verður sprand út, og samstundis blandað við smáum glasperlum, sum geva afturskin í myrkri. Máling er ikki so slitsterk, og má tí oftani málast á vegateinum við nógvari ferðslu.
Í ár ger Landsverk eina royndarætlan við termoplasti sum miðstrikur á einum parti av Velbastaðvegnum fyri at kanna, hvussu tað heldur sær á føroyskum vegi. Grannar okkara brúka í stóran mun termoplast sum mið- og kantstrikur. Um tvey – trý ár verður mett um verkætlanina viðvíkjandi haldføri, afturskini og prísi.
Ávara um nýmálaðar strikur
Fyri at ferðslan skal órógvast minst møguliga, meðan málað verður, verða miðstrikurnar málaðar um náttina. Fyri at tryggja, at bilar ikki koyra á nýmálaðu miðstrikuna, hevur málingabilurin skelti framman, sum ávarar mótkoyrandi ferðslu um nýmálaðu miðstrikuna. Harafturat koyrir ein fylgibilur nakað aftan fyri málingabilin við skelti aftan, sum somuleiðis ávarar um, at miðstrípan er nýmálað.
Máling á vegunum er – sum máling av húsum – sera tengt at veðurlíkindunum. Tað skal vera turt og lýtt, tá málað verður, og helst skulu fleiri samanhangandi dagar vera við turrum máliveðri. Higartil hevur máliarbeiðið úti á landsvegunum gingið avbera væl. Málingabilurin hevur longu avgreitt alla Suðuroynna og Vágar. Enn er ikki komið á mál í mið- og norðurøkinum, men tá september mánaður er farin, skuldi tað mesta av ætlaða máliarbeiðinum verið liðugt.
Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing. Freistin at lata inn tilboð er 16. august 2019 klokkan 13.00. Lesið meira um útboðið undir "Útboð" á okkara heimasíðu her
19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd Lamhauge er ein av trimum umsøkjarum, hvør við sínum serligu styrkjum og førleikum, sum ein samd setanarnevnd mælti landsstýrismanninum til at seta.
Sigurd Lamhauge er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki, og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.
Stjórin á Landsverki vísir til Samferðslumálaráðið, og hann hevur evstu ábyrgd av Landsverki. Hann skal serliga tryggja, at Landsverk er tilvitað um góðsku, lógarkrøv og tilfeingi, og er sinnað støðugt at menna sínar arbeiðshættir í samsvari við nýggj krøv og avbjóðingar.
Á Landsverki starvast nógv dugnalig fakfólk við dyggari servitan um ymisku ábyrgdarøkini, og við førleika at virka við sjálvstøðugari, fakligari ábyrgd. Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður tí fyrst og fremst at leiða og menna Landsverk sum stovn, at vera virkin í mun til politisku-fyrisitingarligu leiðsluna og at vera andlit stovnsins úteftir.
Nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar og broytir stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð, eins og tryggjar og styrkir álitið á stovnin, bæði innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina.
Hetta fevnir eisini um at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum.
Støða skal takast til, hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa, og hvussu tær skulu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjar førleikar, ið krevjast á stovninum, og hvussu Landsverk fær sum mest burtur úr teimum.
Ein frágreiðing um hesi viðurskifti skal leggjast fyri landsstýrismannin í samferðslumálum í seinasta lagi á vári 2020.
Inneftir skal stjórin ganga á odda í at skapa eina felags mentan við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í tænastum, og millum annað tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki, og at stovnurin gevur politiska myndugleikanum og samstarvandi aðalráðum røttu amboðini og vitanina at raðfesta við og at taka avgerðir.
Við 150 starvsfólkum og fjøltáttaðum virksemi, sum í orðsins sanna týdningi røkkur út í hvønn krók í landinum, telist Landsverk millum størstu og týdningarmestu stovnar landsins. Tað var tí eitt krav, at nýggi stjórin skuldi hava yvirskipaðan hugburð til rakstur og tilvit um leiðslu, og hann skuldi megna, við stórari orku og áræði, at ganga natúrliga á odda fyri at taka avbjóðingina at endurhugsa og seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagbygnað.
Sigurd Lamhauge er valdur, tí at hann umframt at lúka formligu førleikakrøvini, hugsar strategiskt á einum praktiskum støði. Hann hevur víst, at hann hevur dirvi at skera ígjøgnum og taka tær avgerðir og fremja atgerðir, ið eru neyðugar, uttan drál, og tí at hann í leiðsluhugburði leggur dent á opið samskifti og hugburðsbroyting, og soleiðis megnar at skapa sær fylgiskap og myndugleika at sláa ígjøgnum á ein skipaðan, úrslitasøknan og menniskjaligan hátt.
- Eg haldi, at vit við Sigurdi Lamhauge fáa ein mann við nógvum førleikum, royndum og dygdum, sum eg vænti fara at koma honum og landinum væl við í nýggja starvinum, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum ynskir Sigurdi Lamhauge alt tað besta og hepna hond í nýggja starvinum.
Landsverk og Strandferðlan taka undir við niðurstøðuni hjá Útoyggjafelagnum um, at tørvur er á eini samlaðari ætlan fyri, at útoyggjar kunnu verða lyftar upp á eitt hóskandi støði viðvíkjandi undirstøðukervi og tænastu. Hetta millum annað tí, at bygdafólkið og oyggjarnar skulu megna at taka ímóti øllum teimum ferðafólkunum, sum á hvørjum ári hava sett sær sum mál at vitja eina ella fleiri útoyggjar.
Til frama fyri økismenningina á útoyggj eiga viðkomandi almennir stovnar, kommunur, bygdir, einstaklingar og onnur áhugaði at virka fyri, at røtt javnvág er millum tað vinnuliga, mentanarliga og sosiala støðið á øllum oyggjum. Millum annað hetta stendur í framhaldsútgávuni av Samferðsluætlan 2018-2030, sum kom út 5. juli.
Í samferðsluætlanini verður mælt til, at heildarætlanin fyri útoyggjar millum annað skal viðgera endurnýggjan av flotanum hjá Strandferðsluni, farmaflutning og betran av samferðslumøguleikunum sum heild. Við eini slíkari útoyggjaætlan kunnu Landsverk og Strandferðslan lættari at røkja samferðslutørvin á og til útoyggjar.
Mælt verður eisini til, at núverandi samanseting av ognarskapinum av havnum og ferjulegum, sum er býtt millum Landsverk og kommunurnar, verður løgd í eina hóskandi legu. Hetta soleiðis, at allar havnir í hvussu er verða hildnar viðlíka. Harafturat eigur ein støðumeting av øllum havnum at verða gjørd og síðani ein ítøkilig virkisæltan, ið greitt lýsir, hvussu farast skal fram. Herundir at gera kostnaðarmetingar av tí, sum gerast skal.
Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu HER.
Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030, sum kann síggjast HER.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Armgarð Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, t-post: arst@lv.fo, tlf. 290 891.
Sum gongdin er, verða Føroyar í framtíðini at rokna sum ein størri býur, tá flestu oyggjar eru knýttar saman, og møguligt er at ferðast eftir landi millum bústað og arbeiðspláss. Sjóleiðir verða niðurlagdar, tí tunlar koma ístaðin, og bæði vinnan, ferðavinnan, privatkoyring og almenn koyring fara at brúka undirstøðukervið á landi meira og á ein øðrvísi hátt. Lítið er at ivast í, at eitt av úrslitinum av hesum broytingum verður, at talið av pendlarum fer at økjast í stórum. Millum annað tí nýggj ferðasambond lata upp fyri nýggjum møguleikum, soleiðis at tað er lættari at ferðast millum heimið og eins dagliga virksemi.
Heitið pendlan stavar frá orðinum ”pendul”, sum merkir at sveiggja aftur og fram. Ein pendlari er ein persónur, sum ikki býr og arbeiðir í sama geografiska øki. Pendlanin er oftani ein hvønndagsferð millum bústað og arbeiðspláss, men kann eisini vera ein ferð við longri tíðarbilum ímillum. Tí verður ein, ið ferðast regluliga millum heim og arbeiðs-, útbúgvingar ella frítíðarstað, nevndur pendlari.
Nógvastaðni er nógv ferðsla á vegunum, serliga í meldurstíðini til og frá arbeiði. Tá kann vera skilagott, at pendlarapláss verða gjørd á sentralum støðum fyri at stuðla undir pendlanina og gera tað lættari at koyra saman, brúka bussar ella súkkla ein part av ferðini. Hetta er eisini betri fyri umhvørvið. Í bussinum ber til at slappa av ella fáa sær eitt gott prát við onkran annan ferðandi, meðan súkklingin fær ein í form og gevur harvið eitt annað slag av vælveru.
Nakrir hentleikar eiga at vera tøkir á teimum størru pendlaraplássunum sum eitt nú ruskspannir, bíðirúm, vesi, parkering og hentleikar til súkklur. Øll pendlarapláss hava tó ikki sama tørv á øllum hesum hentleikum. Eitt nú tey plássini, sum ikki eru knútapunkt fyri almennari ferðslu.
Landsverk og Strandferðslan mæla til, at ein heildarætlan fyri pendlarapláss verður gjørd í samstarvi við viðkomandi kommunur. Somuleiðis at hesi verða staðsett strategiskt, soleiðis at møguleikarnir eru fleiri at koyra við hvørjum øðrum ella nýta almennu flutningsmøguleikarnar. Tað vil siga bæði bussar og ferjur. Harafturat skulu hentleikar vera til súkkling, soleiðis at fólk trygt kunnu seta súkkluna frá sær á hesum plássum.
Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu HER.
Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030, sum kann síggjast HER.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Armgarð Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, t-post: arst@lv.fo, tlf. 290 891.
Við lágferðsluvegirnar til fleiri av smáu, men vælumtøktu bygdirnar og plássini at vitja, er sjálvandi neyðugt við víkiplássum, so bilar og onnur akfør kunnu møtast.
Ein lutfalsliga nýggjur trupulleiki hevur nú stungið seg upp, sum er, at víkiplássini verða nýtt sum parkeringspláss, har fólk fara úr bilinum – og í mongum førum við einum húsvogni hangandi afturúr – fyri at ganga sær ein túr í haganum ella í onkrari av væl umtøktu bygdunum. Havandi í huga økta talið av ferðandi, er hetta væl skiljandi, at slíkt oftani kemur fyri. Trupulleikin er bara, at hetta slagið av parkering er til stóran bága fyri gjøgnumkoyrandi ferðsluna, tí trupult er hjá bilum at møtast, tá víkiplássini verða nýtt sum parkeringspláss.
Landsverk fer nú undir at seta upp skeltir við áskriftini "Eingin parkering" og "No parking" við teir vegateinarnar, har hesin trupulleikin er størstur. Eitt nú verða skeltir sett upp við Kirkjubøarvegin, Runt Agnið, við báðar Gjáarleiðirnar, Tjørnuvíkarvegin og Saksunarvegin.
Fyri Tjørnuvík verður galdandi, at húsbilar og húsvognar sleppa ikki at koyra til bygdina, tí parkeringsplássið í bygdini er so mikið avmarkað, at tað framyvir bert kann nýtast av vanligum persónbilum. Fyri ferðandi við húsvogni hangandi afturúr er møguleiki at seta húsvognin frá sær í grótbrotinum beint norðan fyri Haldórsvík, og síðani koyra víðari bara við persónbilinum, um bygdin Tjørnuvík er málið við ferðini.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Gunn Møller, verkfrøðing á Deildini fyri Infrakervi, t-post: gumo@lv.fo, tlf. 290 894.
Eitt av teimum 17 heimsmálunum hjá ST snýr seg um góða heilsu og vælveru, og at øll fólk í øllum aldri og øllum londum skulu tryggjast eina góða heilsu. Ein sunnur og góður háttur at flyta seg er at súkkla, og hóast fordómar mótvegis súkkling og gongd í Føroyum onkuntíð eru at hoyra, eru møguleikarnir hesum viðvíkjandi væl betri, enn tey flestu munnu hava gjørt sær far um.
Um vit ikki velja at síggja veðurlagið og brekkurnar sum forðingar, kunnu Føroyar gerast eitt serstakliga hugtakandi og dámligt land at ferðast á við súkklu. Hetta hevur Landsverk havt á breddanum áður, men hesir møguleikar eru vorðnir meira viðkomandi enn nakrantíð, tí súkkling virkar fyri rættari flytføri, betri heilsu og reinari umhvørvi.
Í árligu nøgdsemiskanningunum hjá Visit Faroe Islands spyrja alsamt fleiri ferðafólk eftir súkklumøguleikum. Millum annað súkklubreytum og í sambandi við útleigan av súkklum.
Gongu- og súkklugøtur eru eisini ein øðrvísi háttur hjá ferðafólki at uppliva Føroyar, og møguligt er at gera leiðirnar so langar, at heildagstúrar koma burturúr. Gøturnar eru tá settar saman av serligum gongu- og súkklugøtum og við landsvegum, har ferðslan er lítil.
Landsverk leggur tí upp til at útbyggja eitt súkklukervi, har møguleikar verða skaptir at ferðast á annan hátt enn við brennievnisakfari.
Súkklukervið eigur at vera ein partur av heildarmyndini og samanbundið við aðrar gøtur og leiðir. Í framhaldinum av Samferðsluætlan 2018-2030 verður mælt til, at samstarv verður skipað millum Landsverk, kommunur og aðrar viðkomandi partar, soleiðis at ein samanhangandi súkkluætlan kann fremjast í verki.
Landsverk mælir til, at 10 milliónir krónur verða játtaðar árliga til at betra um súkklumøguleikarnar. Peningurin kann vera ein pulja, har til ber at lata stuðul til verkætlanir, sum land og kommunur gera í felag, og eisini í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, ferðaskrivstovur og aðrar viðkomandi partar.
Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu á HER.
Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030 og kann takast niður HER.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Armgarð Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, t-post: arst@lv.fo, tlf. 290 891.
Í juni kom álit frá arbeiðsbólkinum, sum Samferðslumálaráðið setti at orða tilmæli um Suðuroyartunnilin. Landsverk heldur tað vera gleðiligt, at Samferðslumálaráðið hevur valt at seta ljós á arbeiðið við Suðuroyartunlinum. Stovnurin tekur tó ikki undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum um at gera ein langan tunnil úr Sandvík til Skarvanesar.
Hetta bæði tá ræður um framkomuleika og í mun til kostnaðarmiklar, avleiddar verkætlanir, sum arbeiðsbólkurin ikki tekur hædd fyri í álitinum. Harafturat verður samlaði teinurin millum Sandvík og Tórshavn longri við tilmældu linjuføringini hjá arbeiðsbólkinum, enn við tilmælinum hjá Landsverki. Síðst, men ikki minst av trygdarávum, fyri skúgvoyingar og føroyingar sum heild, er ógvuliga óskynsamt at gera tunnilin í einum og lata hann koma upp við Skarvanes í staðin fyri at fara norður um bygdina á Sandi.
Landsverk mælir hinvegin til, at arbeitt verður víðari við tunnilsuppskotinum umvegis Skúgvoy, ið er tann besta loysnin fyri bæði ferðslu og trygd. Harafturat er prísmunurin ógvuliga avmarkaður, tá hugsað verður um samlaða kostnaðin fyri verkætlanina, tí arbeiðsbólkurin ikki í nóg stóran mun tekur atlit til avleiddar verkætlanir, sum tilmælda linjuføringin fer at elva til. Eitt nú eina nýggja vegaføring um Sandslíð, sum helst merkir, at tunnil má gerast har, eins og neyðugt verður at fyrireika landsvegin umvegis Sands bygd til økta ferðslu.
Niðurstøðan hjá Landsverki er sostatt, at:
- Farleiðin millum Suðuroy og høvuðsstaðin er tann stytsta, tá tunnilin er liðugur
- Loysnin er tann tryggasta, tí rýmingarmøguleiki verður í Skúgvoy
- Tunnilskoyringin verður í tveimum og tí minni monoton og harvið tryggari
- Skúgvoy verður tikin við í loysnina, og sostatt verður óneyðugt við framhaldandi ferjusambandi
- Loysnin liggur uttan fyri bygt øki í Sandoynni
- Loysnin tekur hædd fyri avleiddum verkætlanum
- Alt talar fyri, at jarðfrøðiligu váðarnir við hesi loysnini eru færri
Harafturat mælir Landsverk frá longu nú at stovna eitt partafelag at fyrireika tunnilin. Verkætlanin er als ikki búgvin til tað, og mælt verður til at gera fleiri kanningar av millum øðrum fíggingarleisti og avleiðingum fyri samfelagið, umframt jarðfrøðiligar og trygdarkanningar. Hesar fyrireikingar eiga at vera gjørdar í almennu fyrisitingini, har arbeitt verður við heildaratlitum, og har verkætlanin verður sædd í einum størri og breiðari høpi. Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða er tikin til, hvussu verkætlanin skal fíggjast, og hvar tunnilin skal gerast, er klárt at gera eitt partafelag at byggja og reka tunnilin, um tann loysnin verður vald.
Samlaðu viðmerkingarnar hjá Landsverki til álitið hjá arbeiðsbólkinum undir Samferðslumálaráðnum um Suðuroyartunnilin kunnu lesast HER.
Um nakar ynskir at vita meira um málið, kann viðkomandi venda sær til Armgarð E. Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, tlf. 290 891, t-postur: arst@lv.fo.
Undan aðalorðaskiftinum í Løgtinginum 11. mars 2019 um samferðsluviðurskifti, gav Landsverk út eina dagføring av samferðsluætlanini undir heitinum “Samferðsluætlan 2018-30.”
Endamálið við eini samferðsluætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv. Vaksandi fólkatal og ikki minst ferðafólkatal økir trýstið á føroysku landsvegirnar og á samferðslukervið sum heild, bæði á sjógvi og landi.
Ein partur av fyrsta parti av dagførdu samferðsluætlanini, sum kom í februar, lýsir støðuna á teimum pørtum av undirstøðukervinum, ið gerast í alsamt verri standi ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd. Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara, og hesi evni fingu tí eitt serligt pláss í fyrsta partinum av samferðsluætlanini. Somuleiðis varð nógv gjørt burtur úr ferðavinnuni, ið veksur nógv í hesum árum. Ein vøkstur, ið økir um avbjóðingarnar í ferðsluni, eins og brúk er fyri eitt nú fleiri dvalarvikum fram við landsvegunum.
Í øðrum parti av samferðsluætlanini – ella framhaldinum – sum nú er úti, verður dentur lagdur á at lýsa smærri íløgur komandi árini, har støðan á teimum ymsu farleiðunum verða lýst.
Eisini verður umhvørvið – herundir grøn orka og heilsa – lýst í samferðsluætlanini, eins og tøknilig frambrot verða umrødd. Somuleiðis verður støðan á útoyggjunum umrødd, meðan ein fimti partur snýr seg um pendlan, ið knýtir tey ymsu økini saman.
Síðst, men ikki minst, er lýsing gjørd av fíggjarligu síðuni av samferðslukervinum, eins og tilmæli eru skrivaði til teir ymsu partarnar.
Samferðsluætlanin er evnað til í góðum samstarvi millum Landsverk, Strandferðsluna og onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum. Ætlanin verður tikin upp til endurskoðan og dagføringar við jøvnum millumbilum, og hetta er seinni partur av triðju útgávuni av samferðsluætlanini. Tær báðar fyrru útgávurnar av samferðsluætlanini komu ávikavist í 2007 og 2012.
Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu HER.
Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo er gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030 og kann takast niður HER.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi seta seg í samband við Armgarð Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, t-post: arst@lv.fo, tlf. 290 891.
So hendi tað umsíðir. Klokkan 15.28 gelti fyrsta skotið inni í Dalinum sunnan fyri Hvalba einar 700 metrar frá, har munnin til nýggja Hvalbiartunnilin er staðsettur. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær niðan móti tunnilsmunnanum, har hátíðarløtan í sambandi, at skjøtil nú av álvara er settur á nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág, fór fram seinnapartin. Eisini nýttu nógv høvið at fylgja við fram við Kolavegnum omanfyri.
Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á løtuna, áðrenn Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin, og segði millum annað:
- Á Landsverki fegnast vit sjálvandi um, at ein nýggjur tunnil nú verður bygdur og kann avloysa elsta tunnilin í landinum, sum er frá 1963. Vit vita øll, at hesin tunnilin leingi hevur verið ótíðarhóskandi til ta ferðslu og virksemi, sum er her í økinum, og vit kunnu tí bert fegnast um, at semja er um at fáa hendan nýggja tunnilin gjørdan nú, segði Árant Andriasson.
Borgarstjórin í Hvalba var sum vera man fegin um, at tað nú er komið hartil, at veruliga tunnilsarbeiðið fer í gongd.
- Hóast tað liggja óteljandi virðir í gamla tunlinum ígjøgnum nógv ár, mugu vit ásanna, at bæði fólk, vinnulív og oyggin annars hava fyri neyðina at fáa ein nýggjan tunnil, segði Janus Thomsen.
Fer at styrkja samstarvið
Starvsfelagin hinumegin fjallið, borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, vísti eisini á, at talan er um ein stóran dag fyri oynna.
- Sambandið og samstarvið millum kommunurnar báðar er bæði tætt og gott, og nú verður tað enn betri. Tað er upp á tíðina, at vit fáa ein nýggjan tunnil og eisini sleppa undan Kolavegnum, segði Kristin Michelsen.
Síðani fekk landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, orðið.
- Tá táverandi løgmaður, Petur Mohr Dam, beint fyri nýggjár í 1962 lat seinasta skotið av í Hvalbiartunlinum, var fyrsti tunnilin í Føroyum veruleiki. Hetta var stórt tá, men í dag mugu vit ásanna, at tann ovurstóra menningin, ið síðani hevur verið á øllum økjum, langt síðani hevur yvirhálað verandi tunnil, segði landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Landsstýrismaðurn trýsti á knøttin
Heðin Mortensen var eisini tann, ið fekk æruna at trýsta á knøttin og harvið lata av fyrsta skotið fyri nýggja Hvalbiartunlinum.
Langa frástøðan til tunnilsmunnan gjørdi, at skotið sást væl fyrr, enn tað hoyrdist oman til mannamúgvuna, har fagnaðurin sjálvandi var stórur.
Síðani gekk leiðin oman í Roynhøllina, har Landsverk borðreiddi við pinnamati, smyrjibreyði, té og kaffi. Hvalbiarsangurin varð sungin við harmonikuundirspæli, og síðani nýtti stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, høvið at greiða eitt sindur frá verkætlanini. Hann segði seg vóna, at fólk fóru at vísa forstáilsi fyri arbeiðinum, men lovaði at gera alt fyri, at hetta fór at órógva minst møguligt.
- Umleið 40 fólk koma at arbeiða við verkætlanini, so tað kann ikki forðast fyri, at hetta fer at merkjast. Eg fari tí at nýta høvið at bjóða øllum, sum hava áhuga fyri tunnilsarbeiðinum, at koma út í skúrarnar at tosa við okkara fólk, so vit fáa eitt gott samstarv, meðan arbeiðið fer fram. Tað er altíð best at tosa saman, tá okkurt stingur seg upp, vísti stjórin í Articon á.
Eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, var komin suður í sambandi við hátíðarløtuna.
- Alt tað eg minnist í politikki, hevur verið tosað um at fáa hendan tunnilin gjørdan. Tað er tí av fegnast um, at arbeiðið nú er byrjað, tí hetta hevur sera stóran týdning fyri bæði fólk og vinnulív her á staðnum, segði løgmaður, ið nýtti høvið at ynskja bæði Articon og Landsverki góða eydnu við verkætlanini.
Enn eru ikki allar maskinur, sum skulu brúkast til arbeiðið, komnar til landið. Tær koma í august, og tá byrjar bori- og spreingiarbeiðið av álvara. Eftir ætlan skal nýggi Hvalbiartunnilin vera liðugur í seinasta lagi á heysti 2021.
Fakta
- um nýggjan Hvalbiartunnil
Longdin á tunlinum verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin hvalbiarmegin er 2,3 kilometrar, og trongisvágsmegin 0,9 kilometrar. Tunnilsmunnin hvalbiarmegin fer at liggja í 80 metra hædd samanborið við verandi tunnilsmunna, ið liggur á 150 metra hædd. Trongisvágsmegin liggur verandi tunnilsmunni á 230 metra hædd, meðan tann nýggi fer at leggja á 100 metrar uppi. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku, prístalsjavning og annað.
Sí nógvar myndir niðanfyri. Trýst á fyrstu myndina, og nýt síðani pílin at blaða við.
Skeiðið er fyrst og fremst ætlað byggiharrum, ráðgevarum, arkitektum, arbeiðstakarum og annars øðrum, ið taka sær av trygdar- og arbeiðsumhvørvisuppgávum. Talan verður um eitt skeið, sum verður hildið í tveimum umførum, har fyrri parturin liggur 21., 22. og 23. august og tann seinni 23. og 24. september. Í millum fyrra og seinna part skal ein praktisk uppgáva loysast.Undirvísingin, sum er frá klokkan 8 til 16, fer fram á Parnassinum á Hotel Hafnia, eins og vitjað verður á einum byggiplássi.
Tilmelding og fyrispurningar fara fram umvegis teldupost til Karinu Nattestad Nolsøe, HTU-samskipara á Landsverki, kano@lv.fo, tlf. 290803. Tilmeldingar- og gjaldsfreistin er 14. august 2019.
Pláss er fyri 20 luttakarumm, og kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 8.000 krónur fyri allar fimm dagarnar, sum skal rindast á kontunr. 9181-128.220.6 í Betri Banka viðmerkt “Skeið.”
Nýggjur Hvalbiartunnil hevur leingi verið ávegis, og nú verður hol sett á. Verkætlanin við tilhoyrandi vegagerð er komin so væl áleiðis, at fyrsta skotið nú verður latið av.
Hetta fer fram hósdagin 27. juni klokkan 15 nærhendis tunnilsmunnanum hvalbiarmegin. Ein tekning, sum vísir, hvar hátíðarhaldið fer fram, kann takast niður her
Skráin
Tað verður Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin úti í Nesi nærhendis, har skotið skal latast av. Síðani verður tað borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, sum fær orðið. Aftan á hann fer Kristin Michelsen, borgarstjórin á Tvøroyri, eisini at bera fram eina heilsan.
At enda fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, uppgávuna at lata fyrsta skotið av, og hann fer í hesum sambandi eisini at siga nøkur orð.
Aftan á hetta bjóðar Landsverk øllum væl komin til kaffi og lætt ábit inni í Roynhøllini, har møguleiki eisini verður at taka orðið. Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, fer millum annað at hava eina stutta kunning inni í Roynhøllini um arbeiðið á staðnum og um, hvørja árvirkan hetta fer at hava fyri økið.
Øll eru hjartaliga væl komin at luttaka í almennu hátíðarløtuni fyri nýggja Hvalbiartunlinum.
Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.
Fakta um verandi Hvalbiartunnil
Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.
- Burturbeina verandi klædning
- Meirbjálva hús og grund
- Klæða alt húsið og grundina
- Mála nýggjan klædning
- Montera útiljós
Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing. Lesið meira um útboðið undir "Útboð" á okkara heimasíðu her
Royal Run verður í Klaksvík í morgin, har yvir 3.700 luttakarar fara at renna. Tiltakið fer at ávirka ferðsluna í býnum hendan dagin. Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðarskeið. Harafturat verður landsvegurin frá Oyravegnum til Klaksvíkar stongdur fyri allari ferðslu millum klokkan 10.00 og 14.00. Somuleiðis verður ikki møguligt í sama tíðarskeiði at sleppa víðari frá Norðoyatunlinum til bygdirnar norðan fyri Klaksvík.
Sí annars yvirlit yvir stongdar vegir í Klaksvík leygardagin her og ferðsluna her.
Kortið er gjørt í samráð við tilbúgvingina í Norðoyggjum, Landsverk og ferðslutoymið hjá løgregluni.