i
Heinta app til tína Android telefon ›
x
Content could not be downloaded. Please check your url.
Kunngerðir
  • Hátíðarhald Hvalbiartunnilin..
    Mánadagin 14. mai kl. 15.00 verður spakin settur í fyri arbeiðsvegi til nýggja Hvalbiartunnilin. Hátíðarhald verður hvalbiarmegin, har Hendrik Old, landsstýrismaður, setir spakan í. Aftaná verður ein kaffimunnur at fáa í Roynhøllini í Hvalba. Øll eru vælkomin.      
  • Kollafjørður-Hósvík..
    Hesa vikuna verður arbeitt millum Kollafjørð og Hósvík. Koyrið varliga.  
  • Á Sandvíkarhjalla..
    Fram til 15. juni í ár verður sprongt fyri nýggjari rundkoyring millum Hvítanes og Sandvíkarhjalla. I hesum sambandi verður vegurin stongdur í nakrar minuttir, tá skotið verður.  
  • Tunnilsvegur Vágatunnilin..
    Fram til 28. apríl 2018 verður arbeitt á tunnilsvegnum við Vágatunlinum (vágamegin). Koyrið varliga.  
  • Hvalvík..
    Í dag og í morgin verður arbeitt við Hvalvíksvegin í Hvalvík. Koyrið varliga.
  • Sumbiartunnilin..
    Arbeitt verður í Sumbiartunlinum frá 6. mai til síðst í juli 2018. Í hesum sambandi verður tunnilin stongdur:  Sunnukvøld kl. 21.00 til mánamorgun kl. 07.00 Mánakvøld kl. 21.00 til týsmorgun kl. 07.00 Týskvøld kl. 21.00 til mikumorgun kl. 07.00 Mikukvøld kl. 21.00 til hósmorgun kl. 07.00 Bilar sleppa ígjøgnum hvønn heilan tíma, meðan arbeitt verður. Akfør í neyðsynjarørindum sleppa altíð ígjøgnum tunnilin.
  • Kaldbaksfjarðarvegurin..
    Frá í næstu viku og fýra vikur fram verður arbeitt á Kaldbaksfjarðarvegnum, frá Sandvíkarhjalla til Sund. Koyrið varliga.
  • Kaldbaksfjarðarvegurin..
    Í sambandi við tunnilsarbeiðið verður nakað av tungari ferðslu komandi tíðina yvir um Kaldbaksfjarðarvegin við arbeiðsvegin til Eysturoyartunnilin. Fram til 31. mars verður ferðslan har tí skipað við ferðsluljósi millum klokkan 09.00-15.30 og 17.00-07.00.
  • Gøtudalur..
    Fram til 31. mars 2018 verður arbeitt á landsvegnum frá rundkoyringini í Gøtudali niðan á Varmakeldueiðið. Koyrið varliga.
  • Strond og Klaksvík..
    Fram til 27.juli verður arbeitt millum Klaksvík og Strond í Haraldsundi. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
  • Oyndarfjarðarvegurin..
    Frá 14.mai og til 13.juli verður arbeitt við at breiðka Oyndarfjarðarvegin. Koyrið varliga.