i
Heinta app til tína Android telefon ›
x
Content could not be downloaded. Please check your url.
Kunngerðir
  • Sumbiartunnilin..
    Í sambandi við arbeiði verður Sumbiartunnilin stongdur í tíðarskeiðinum frá 5. november og árið út frá sunnukvøldi til mikumorgun frá klokkan 21 til 07 á morgni. Bilar sleppa ígjøgnum hvønn heilan tíma, meðan arbeitt verður. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin.
  • Strendur..
    Í sambandi við tunnilsarbeiði verður nakað av tyngri ferðslu árið út á Strondum við arbeiðsvegin til Eysturoyartunnilin. Koyrið varliga.
  • Rókin - Saltnes..
    Í sambandi við tunnilsarbeiði verður nakað av tyngri ferðslu árið út í Rókini við Saltnes við arbeiðsvegin til Eysturoyartunnilin. Koyrið varliga.
  • Kaldbaksfjarðarvegurin..
    Frá 17. september og árið út verður arbeitt við at hegna fram við Kaldbaksfjarðarvegnum á teininum millum Kaldbaksbotn og Sund. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
  • Selatraðarvegurin..
    Fram til 12. desember verður arbeitt á Selatraðarvegnum.
  • Kollafjørður..
    Frá í næstu viku og tvær vikur fram verður arbeitt við Kjalnestanga í Kollafirði. Koyrið varliga.
  • Norðskálatunnilin..
    Tann 14. og 17. desember verður arbeitt upp á bilverju við Norðskálatunnilin. Koyrið varliga.
  • Gomlurætt..
    Arbeitt verður á Gomlurætt fram til 8. mars 2019. Í teimum tíðarbilum, tá sprongt verður, eru vegirnir til Gomlurætt og til Kirkjubøar stongdir í nakrar minuttir.